+298 572424 / 571151 ara.tours800@gmail.com
+298 572424 / 571151 ara.tours800@gmail.com

Heimablídni Vit borðreiða við trírættaðari matskrá – brellbitar við føroyskum viðskera, fiskasuppa og køka omaná. Alt heimagjørt úr bestu rávøru. Vit húsast í Víkarbyrgi ella í Trongisvági Súkkla í Suðuroy Súkklurnar standa klárar, og so fara tykur hagar, sum hjartað vil. Upplagt eftir gamla vegnum niðan á Hovsegg ella til Froðbiar og út í Kúlugjógv at síggja vøkru hamrarnar úr millióna ára gomlum stabbagróti, og víðari út í Ásdal hin fagra. Driverguide Vit koyra teg runt oynna, vitja perlurnar, samstundis sum vit fortelja tær góðar søgur.

Um ARA Tours

Ara Tours er ein lítil familju fyritøka sum heldur til á Tvøroyri. Vit ynskja at bjóða tær serstakar upplivingar, meðan tú vitjar oynna.

 

  • Tú kanst leiga súkklur frá okkum, har ið tú sjálvur kanst avgera, hvagar leiðin gongur. Her eru nógvar vakrar rutur, ið eru næstan bilfríar. 
  • Ynskir tú ein biltúr við einum ferðaleiðara, hava vit pláss fyri 8 ferðandi í bussinum hjá okkum. 

Suðuroy

Suðuroyggin er ikki bara tann mest atkomuliga oyggin í Føroyum, eisini er hon framúr vøkur, og tað er ikki bara nakað, vit suðuroyingar siga 😉 Vit hava fleiri áhugaverd søvn, framúr góðar matstovur og fleiri ymiskar gistingarmøguleikar. Sum eitt eyka pluss hava vit fleiri sóltímar, enn aðrastaðnis í Føroyum, sambært hagtølum. Eisini plagar at vera umleið 2 hitastig heitari her, av tí sama. Vel eina annaðleiðis summar uppliving í ár í Suðuroy. Vit kunnu heilt avgjørt viðmæla tær at ferðast suðureftir í summar 🙂