+298 572424 / 571151 ara.tours800@gmail.com
+298 572424 / 571151 ara.tours800@gmail.com

Myndir

Súkkla í Suðuroy

Leiga súkklur frá okkum. Uttanfyri kunningarstovuna á Tvøroyri, standa súkklurnar klárar, og so fara tit hagar, sum hjartað vil. Upplagt eftir gamla vegnum niðan á Hovsegg ella til Froðbiar og út í Kúlugjógv at síggja vøkru hamrarnar úr millióna ára gomlum stabbagróti, og víðari út í Ásdal hin fagra. Her eru tey vakrastu støðini, og onkustaðni steðga tit á at njóta tann góða matpakkan, tit fáa við. Kort at súkkla eftir fáa tit sjálvandi eisini og eyðvitað okkurt fiff frá teimum á kunningarstovuni. Tey kenna góðu støðini.